Style Switcher

Predefined Colors

[V]

Ymiskar viðgerðir

Klippa negl
PETS SERVICES

Sera ymiskt er hvussu tørvurin er at fáa klipt negl hjá hundum. Summir hava ikki fyri neyðini at fáa klipt negl - hetta er oftani hundar sum ganga og renna nógv sum t.d. seyðahundar. Aðrir hava meira fyri neyðini at fáa klipt negl og hetta er oftani eldri hundar sum ikki røra seg so nógv. Ein skal serliga ansa eftir "úlvaneglini", tí hendan neglin slítur ikki so væl sum hinar og skal tí klippast oftari. Um ivi er kunnu vit vegleiða tykkum hesum viðvíkjandi.

Sterilisering ketta
PETS SERVICES

Ketta kann verða steriliserað frá hon er uml 5 mdr gomul. Eftir skurðviðgerðina skal kettan ganga við kraga í uml 10-12 dagar. Ring og hoyr nærri.

Sterilisering tík
PETS SERVICES

Um tík skal steriliserast, so er skilagott at gera tað ádrenn hon er kynsbúgvin, tvs um 5 mdr aldur. Fyrimunir við at gera tað áðrenn hon er kynsbúgvin eru at tað minkar um vandan fyri bróstkrabba og undirlívsbruna. Eftir skurðviðgerðina skal tíkin ganga við kraga í 12 dagar. Ring og hoyr nærri.

Gelding av frensi
Skurðviðgerð

Um frensur skal geldast er skilagott at gera tað áðrenn hann er kynsbúgvin, tvs tá hann er uml 5 mánaðar gamal. Frensur kann tó verða geldur í øllum aldri. Fyrimunir við at lata frensin gelda eru t.d. at hann ikki rýmir á sama hátt sum ógeldir frensar og at landið ikki luktar.